STILLASS RÁÐGEVING OG SØLA

 

Umframt at selja stillassir á okkara handli her á síðuni, veita vit ráðgeving í at uppstilla stillassir. Okkara stillassmontørur kann eisini gera útrokningar, so tit kunnu vera trygg í at tykkara stillass heldur.

Vit arbeiða við traditiónellum lættum fasadustillassum og ídnaðarstillassum við møguleika fyri hægri lastiklassa.

Ídnaðarstillassini umfata sløgini: fasadustillass, tak, telt, hangistillass, lyftibukkar, fríttstandandi og rullustillass.

Vit kunnu góðkenna stillassir fyri kundar, ið hava tørv á tí. Eisini kunnu vit gera eftirlit av stillassum við hvørt 14. dags eftirlit og 3. mánaðar eftirlit.

Hetta verður alt gjørt av útlærdum stillassmontøri við sveinabrævi úr Noreg.


 


SÍGGJ NØKUR ARBEIÐIR, VIT HAVA GJØRT


MONTERINGSVEGLEIÐINGAR