Norverk bjóðar tekningsarbeiði og byggiráðgeving til sethúsabygging og umvælingar. Vit kunnu eisini átaka okkum stýringina av eini sethúsaverkætlan, ráðgeva og kvalitetskannað. Her er bæði timburmaður og byggifrøðingur tilknýtt.

Vit gera eisini smærri bygningsumvælingar, umbyggingar og líknandi, ið verður gjørt av útlærdum timburmanni.

Vit kunnu ráðgeva, uppstilla, útrokna og góðkenna stillassir fyri kundar, ið hava tørv á tí. Hetta verður gjørt av útlærdum stillassmontøri.

Afturat øllum hesum er eisini møguligt at keypa dygdar stillass og arbeiðshandskar í serflokki á okkara nethandli.

 


FÓLK Í FELAGNUM

Kenneth hevur sveinabrøv innan timbur (Føroyar) og stillass (Noreg). Harumframt hevur hann sertifikatir innan riggin og hevur mong ára royndir í oljuvinnuni í Noreg. 

Afturat er Haldis J. Carlsson eisini tilknýtt felagið. Haldis er byggifrøðingur við royndum innan projektering í Føroyum og Danmark. 

Tískil er Norverk væl brynja til at veita kundanum góða tænastu innan eina breiða viftu innanfyri byggivirksemi.

Tú er altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon ella telduposti, um so er at tú hevur nakran spurning ella viðmerking.

 

 


 

Kenneth Carlsson, stjóri, timburmaður og stillassmontør
Tel 262921

Haldis J. Carlsson, byggifrøðingur
Tel 212629