Bílegging
Bíleggjast kann beinleiðis her á síðuni. Til ber eisini at bíleggja við at senda ein teldupost til norverk@norverk.fo.
Gjaldshættir
Gjaldast kann við gjaldskorti ella kontant tá vøran verður avheintað. Eisini ber til at velja at fáa ein faktura og gjalda við bankaflyting.
Levering
Kundin kann velja um vøran skal avheintast ella um hon skal leverast.
Um kundin velur at fáa vøruna leveraða, verður vøran entin send við Posta e.l. ella koyrd út. Vøran ferð út av húsinum innan 1-2 yrkadagar. Roknast kann við 1-5 yrkadøgum áðrenn pakkin er frammi. Kostnaður er eftir stødd á pakka/kolli.
Vøra kann eisini, sambært avtalu, avheintast á Skála.
Prísir
Allir prísirnir er í føroyskum krónum (DKK) íroknað 25% mvg. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.
Iðrunarrættur og reklamatión
Tað er 14 dagar iðrunarrættur fyri øll keyp. Vøran skal vera í upprunastandi. Keypari fær pengarnar aftur fyri vøruna, tó ikki fyri fraktkostnaðin. Keypari rindar møguligt returpostgjald.
Reklamatiónsrættur er 2 ár. Við reklamatión rindar seljari postgjaldið. Fyri at vera dekkaður av reklamatiónsrættinum er týdningamikið at vaski- og brúkaravegleiðingarnar verða fylgdar.
Returadressa:
Norverk spf, Skálavegur 216, 480 Skála
Datatrygd
Persónsupplýsingarnir um kundan, verða sum útgangspunkt ikki nýttir til annað endamál enn til sjálvt keypið. Tað vil siga at persónsupplýsingarnir liggja á ambætara hjá Norverk Sp/f og Dandomain (heimasíðuverturin). Um goldið verur við gjaldskortið vera kortupplýsingar deildir við Onpay og Clearhaus fyri at kunna gjøgnumføra gjaldsflytingina.
Harumframt verður navn, adressa, telefonnummar og teldupostur deilt við møguligum flutningsfyritøkum, um vørur vera sendar.