STILLASS

Her finnur tú aluminium stillass frá norska Aluhak og rullustillass frá danska Silkeborg Stige Fabrik. Inntil víðari er mest dentur lagdur á fasadustillass. Men við tíðini vil tað koma meiri ídnaðarstillass inn á síðuna og rullustillass/foldistillass.


Ídnaðarstillass frá Aluhak er úr aluminium og tolir upp til lastiklassa 5 (450kg), uttan serligar statiskar útrokningar á standard uppsetingum. Um ein skal uppá klassa 6 (600kg) má tað gerast serútrokningar av ætlanini.

Ídnaðarstillassið er úr “Haki stillass familjuni” og verður nógv brúkt offshore í norska havinum og á raffinaríum. 

 

Fasadu rammustillassið er aluminium í lastiklassa 3 (200kg).

Plattarnir eru úr komposit tilfari og eru lættir og haldgóðir. Dupult rekkverk við innbygdum skrástívara ger at tað ikki er neyðugt við vanligum skrástívarum fyrrenn 18 m hædd. 

Serligar rammur kunnu bíleggjast ið hava kransar á, so møguligt er at byggja eitt fasadustillass saman við eitt idnaðarstillass.

 

Rullustillass frá SSF eru úr aluminium og løtt at uppsetta. Nógvar ymiskar støddir fáast og møguligt er at keypa einkultlutir.

 

Monteringsvegleiðingarnar fyri stillass finnur tú her, https://norverk.fo/monteringsvegleidingar/