Umframt at selja stillasir á okkara handli her á síðuni, veita vit ráðgeving í at uppstilla stillasir. Okkara stillasmontørur kann eisini gera útrokningar, so tit kunnu vera trygg í at tykkara stillas heldur.
Vit arbeiða við traditiónellum lættum fasadustillasum og ídnaðarstillasum við møguleika fyri hægri lastiklassa.
Ídnaðarstillasini umfata sløgini: fasadustillas, tak, telt, hangistillas, lyftibukkar, fríttstandandi og rullustillas.
Vit kunnu góðkenna stillasir fyri kundar, ið hava tørv á tí. Eisini kunnu vit gera eftirlit av stillasum við hvørt 14. dags eftirlit og 3. mánaðar eftirlit.
Hetta verður alt gjørt av útlærdum stillasmontøri við sveinabrævi úr Noreg.
SÍGGJ NØKUR ARBEIÐIR, VIT HAVA GJØRT
MONTERINGSVEGLEIÐINGAR

