Í samband við takarbeiði bleiv tað set upp frítstandandi stillas á 10m hædd. Stillasi mátti ikki setast fast í veggin og hevur tí eitt stuðulstorn allan vegin. Gólvbreiddin í erva er 2,11 m. Hetta fyri at tað skuldi verða gjørligt at landa alt tilfar har uppi við kranabili.
Í erva sá stillasi soleiði út. Økið bleiv avseperra tá ið vandamiklar uppgávur blivu útførdar. Annars var inngongdin inn til handilin gjørd soleiðis at fólk óhindra kundu ganga inn og út.


Nøkur ár innan bygdu vit hangistillas á sama bygningi. Hetta bleiv gjørt í sambandi við at vindeyguni blivu skift og tey skuldu fugast. Hetta arbeiði kundi møguliga verði útført við lyft. Men útfrá einari fíggjarligari og staðsetingarligari meting, bleiv tað valt at gera hetta við hangistillasi sum bleiv flutt 4 ferðir.


Her var ídnaðarstillasi set upp til eitt úthús ið var ógjørligt at seta vanligt fasadu stillas upp til.






Uppsetan av stillas inni í ovninum á brennistøðini á Hjalla og hjá IRF í Leirvík.
Uppsetan av stillas til eitt pussi arbeiði. Her var gjørligt at hava eina góða loysn runt um útbyggningin mitt á vegginum.
