Bílegging
Bíleggjast kann beinleiðis her á síðuni. Til ber eisini at bíleggja við at senda ein teldupost til norverk@norverk.fo.
Gjaldshættir
Gjaldast kann við gjaldskorti ella kontant tá vøran verður avheintað. Eisini ber til at velja at fáa ein faktura og gjalda við bankaflyting.
Levering
Kundin kann velja um vøran skal avheintast ella um hon skal leverast.
Um kundin velur at fáa vøruna leveraða, verður vøran entin send við Posta e.l. ella koyrd út. Vøran ferð út av húsinum innan 1-2 yrkadagar. Roknast kann við 1-5 yrkadøgum áðrenn pakkin er frammi. Kostnaður er eftir stødd á pakka/kolli.
Vøra kann eisini, sambært avtalu, avheintast á Skála.
Prísir
Allir prísirnir er í føroyskum krónum (DKK) íroknað 25% mvg. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.
Iðrunarrættur og reklamatión
Tað er 14 dagar iðrunarrættur fyri øll keyp. Vøran skal vera í upprunastandi. Keypari fær pengarnar aftur fyri vøruna, tó ikki fyri fraktkostnaðin. Keypari rindar møguligt returpostgjald.
Reklamatiónsrættur er 2 ár. Við reklamatión rindar seljari postgjaldið. Fyri at vera dekkaður av reklamatiónsrættinum er týdningamikið at vaski- og brúkaravegleiðingarnar verða fylgdar.
Returadressa:
Norverk spf, Skálavegur 213, 480 Skála
Stillasleiga
Viðvíkjandi leigu av stillas frá Norverk verur tikið eitt grundgjald uppá 500,- krónur fyri útleigan av einum stillasleigupakka. Grundarlagið undir leigupríssetninginum er 5,- krónur pr. fermetur fasadustillas pr dag. Leigast kann bara pr. viku. Goldið verur tá fyri 6 dagar um vikuna (sunnudagar eru uttan gjald).
Leigustillasi kann avheintast uttan kostna á Skálavegi 213, 480 Skála, tá ið leigarin hevur fingi boð um at klárt er at heinta. Eisini kann leigustillasi útkoyrast til leigaran til ásettu leveransuprísirnar ið vera upplýstir í innkeypskurvini á nethandlinum hjá norverk.fo. Um so er at leigari velur at fáa stillasi útkoyrt má tað vera atkomiligt hjá størri vørubilum og møguligt at fáa avskipa stillasi á plattum við pumpuvogni um so er at tørvur er á tí.
Tá ið útleigu tíðarskeiði er útrunni má leigari levera inn aftur stillasi í líka góðum standi sum tá ið tað bleiv útflýggja. (Vanligt slit, tó undantikið). Um stillasi er blivi skiti av olju, mold ella øðrum líknandi má stillasi vaskast av leigara innan innlevering. Um deilir hava fingi skaða í leigutíðini og mugu burturbeinast, má leigari gjalda fyri nýggjar deilir.
Um leigari ynskir at norverk skal heinta stillasi eftir útgingna leigutíð, ber hetta til móti einum gjaldið tilsvarandi gjaldinum fyri útkoyring. Hetta avtalast í góðari tíð innan. Tá fær leigari ein atskildan faktura uppá heimkoyring.
Norverk Sp/f tekur onga ábyrgd á seg fyri skeivt uppseta stillasútgerð, ella vanlukkum í møguliga standast av at útgerð er skeivt uppsett.
Stillasbyggjarin eigur at eftirhyggja stillasdeilir innan uppsetan og eftir niðurtakan av stillasinum. Eisini eigur stillasbyggjarin at vera varðugur við at deilir kunnu vera leysir ella skeivt uppsetir tá ið stillasi verur niðurtikið.
Norverk Sp/f vísur til monteringsvegleiðingina frá veitaranum sum eisini er at finna á: https://norverk.fo/monteringsvegleidingar/ , eisini vísa vit á "bekendtgørelse 1017 af 15. december 1993 om indretning af byggepladser og lignende arbejdssteder efter lov om arbejdsmiljø".
Um so er at skeivir stillasdeilir eru blivnir útflýggjaðir, má leigari gera vart við seg skjótast tilber.
Datatrygd
Persónsupplýsingarnir um kundan, verða sum útgangspunkt ikki nýttir til annað endamál enn til sjálvt keypið. Tað vil siga at persónsupplýsingarnir liggja á ambætara hjá Norverk Sp/f og Dandomain (heimasíðuverturin). Um goldið verur við gjaldskortið vera kortupplýsingar deildir við Onpay og Clearhaus fyri at kunna gjøgnumføra gjaldsflytingina.
Harumframt verður navn, adressa, telefonnummar og teldupostur deilt við møguligum flutningsfyritøkum, um vørur vera sendar.